Leita á in.fo

FCK-málverjin, Robin Olsen, stóð ein framúr dyst í svenska málinum.

Pætur Albinus 13.11.2017 (21:40)

Svøríki í HM-endaspælinum

Fyri fyrstu ferð síðani 1958 sleppur Italia ikki við til HM-endaspælið. Tað hevur Svøríki syrgt fyri, nú teir í seinna playoff-dystinum í kvøld tryggjaðu sær ein samlaðan 1-0-sigur.


Fyrri dysturin varð spældur í Stokkhólmi fríggjakvøldið, har Jakob Johansson syrgdi fyri einum svenskum 1-0-sigri. Tískil kundi Svøríki klára seg við einum málleysum javnleiki í kvøld.


Italia hevði greiða yvirvág í spælinum, og Svøríki varð trýst langt aftur á vøllin at verja. Nakrar ferðir í fyrra hálvleiki var Italia tætt við at fáa mál, men svenska verjan stóð ímóti.


Í seinna hálvleiki var mynstrið tað sama. Italia royndi og royndi, men tað endaði við, at teir stríðandi sviarnir fingu hildið tætt og við einum 0-0-javnleiki og samlaðum 1-0-sigri hava spælt seg til HM-endaspælið.


Svøríki er annað norðurlandið, sum hevur spælt seg til HM í Russlandi næsta ár. Frammanundan hevur Ísland spælt seg víðari. Í annaðkvøld gerst greitt, um Danmark eisini sleppur við, tá ið teir spæla seinna dystin ímóti Írlandi í Dublin. Fyrri dysturin í Parkini endaði 0-0.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her