Swansea keypir beiggja Gudjohnsen

Yngri beiggi Eidur Gudjohnsen fer nú at spæla í Premier League

Íslendski Eidur Gudjohnsen, var í nógv ár í serflokki nógv tann besti íslendski fótbóltsspælarin. Hann spældi í fleiri ár í ensku Premier League, umframt at hann eitt skifti eisini umboðaði FC Barcelona.

 

Í dag spælir Eidur Gudjohnsen ikki fótbólt á hægsta stigið, men nú er líkt til at yngri bróðurin fer at gera honum kynstin eftir. Í øllum førum skrivar BBC í kvøld, at walisiska felagið, Swansea City, sum dagliga spælir í Premier League, hevur skrivað sáttmála við yngra bróður Eidur, Arnór Gudjohnsen, sum er 16 ára gamal.

 

Arnór Gudjohnsen skiftir til Swansea í juli mánað frá íslendska felagnum Breiðabliki. Frammanundan spælir ein íslendskur leikari í Swansea. Tað er stóra stjørnan á liðnum, Gylfi Sigurdsson.