Leita á in.fo

Jóannes Hansen 29.09.2017 (17:03)

Tað gekk akkurát ikki hjá Sverra

Sverri S. Nielsen verður ikki við í finaluni í HM kappingini í rógving, sum verður sunnudagin.

Í hesum døgum verður kappast í Florida, og í dag var Sverri S. Nielsen úr Miðvági í hálvfinaluni á 2000 metrum.

Treytin fyri at sleppa upp í part í finaluni, sum verður sunnudagin, var at vinna í hvussu so er triðja plássið.

 

Tað gekk akkurát ikki hjá Sverra S. Nielsen. Hann endaði á fjórða plássi – hálvtannað sekund aftanfyri týska bátin.

Sverri legði bragdliga fyri, tá ið hálvur teinurin var rógvin, var Sverri næstaftastur, og í endaspurtinum bjóðaði hann av álvara av í kappingini um triðja plássið, men tað gekk akkurát ikki.

Bretland vann, Kroatia var næstfremst, Týskland kvalifiseraði seg at rógva í A-finaluni saman við Bretlandi og Kroatia, og so var tað Sverri S. Nielsen, sum umboðaði Danmark og endaði á fjórða plássi – væl frammanfyri Serbia og Russland.

 

Sverri skal rógva í B-finaluni, áðrenn hann fer til hús aftur at venja og fyrireika seg til næstu kappingarnar og stóra málið, sum er at sleppa upp í part í olympisku leikunum, sum vera í Tokyo á sumri í 2020.

 

1 Bretland 06.49.970

2 Kroatia 06.51.360

3 Týskland 06.51.940

4 Danmark 06.53.420

5 Serbia 07.02.950

6 Russland 07.09.810


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her