Leita á in.fo

Pætur Albinus 14.05.2018 (17:55)

- Tak Adrian við tær

Í Íslandi verður fylgt væl við hvussu gongur hjá íslendska HB-venjaranum, Heimi Guðjónssyni, og tað verður eisini nevnt í flest øllum miðlum har, at HB er oddalið í føroysku kappingini.


Nú hava íslendingar so eisini fingið eyga á frísparksskjúttan hjá HB, Adrian Justinussen, sum við tveimum vøkrum frísparksmálum í gjár tryggjaði HB øll trý stigini í 2-1-sigrinum ímóti Víkingi.


Stóra fótbóltsheimasíðan í Íslandi, fotbolti.net, hevur eina grein um dystin, og á persónligu twitter-kontu síni hevur redaktørurin á síðuni, Elvar Geir Magnússon, nakað meira at siga um dystin.

 

 

- Uppgáva til liðið, sum fær Heim Guðjónsson sum venjara aftaná summarið: bið hann taka Adrian Justinussen við sær. Hatta er ein góður spælari, skrivar Elvar á twitter.

 

Adrian Justinussen er toppskjútti í Betrideildini við níggju málum. Sáttmálin hjá Heimi Guðjónssyni við HB er galdandi fyri hetta kappingarárið.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her