Tann yngsti var bestur

Ein B36-ari skaraði framúr, meðan tveir spældu undir miðal. Les metingarnar her!

B36 mátti í dag lúta í ólavsøkudystinum ímóti Víkingi. 2-0 var úrslitið. Hetta var eitt kostnaðarmikið tap hjá meistarunum, sum nú fyribils eru settir uttanfyri oddastríðið.


Heimaliðið spældi tó væl stórar løtur av dystinum, og tað var serliga blaðungi vongleikarin, Hannes Agnarsson, sum var eyðsýndur. Her eru metingarnar av B36-avrikinum:


Trygvi Askham (3)

Framúr bjarging tíðliga í dystinum og onkra aðra við, men mátti tvær ferðir í málið eftir bóltinum. Var helst sakleysur í báðum málunum.


Jónas Tór Næs (3)

Orkufylt avrik á høgra bakki – kom langt fram á vøllin, men mongu innlegg hansara manglaðu ein viðleikara, ið kundi stúta tey í málið.


Andrias H. Eriksen (3)

Spældi sum heild væl og í einstøkum førum spældi hann seg eisini heilt fram í hin endan á vøllinum. Miðal.


Hørður Askham (3)

Gjørdi tað, hann skuldi – vann nógvar nærdystir og ruddaði upp, men var óheppin og bleiv skrásettur fyri eitt sjálvmál.


Alex Mellemgaard (2)

Var í kvøld aftur at síggja á sínum gamla plássi, nevniliga vinstra bakki. Sendi nøkur innlegg innfyri, men ikki stórt meira enn tað. Lítið sjónligur, fangaður uppi á vøllinum og er ikki í toppformi.


Høgni Eysturoy (3)

Var í dag í høgru á miðvøllinum, har hann serliga var nógv við tíðliga í dystinum. Tað kom bara – eiheldur frá honum – nakað avgerandi.


Eli F. Nielsen (2)

Fullførdi so at siga sín leiklut sum verjukendur miðvallari, men misti eisini nakrar bóltar. Eigur eitt hægri gear í sær, men tað er ikki at finna í løtuni.


Róaldur Jakobsen (4)

Átti ein fót í øllum teimum góðu uppspølunum, sum B36 hevði serliga í fyrra hálvleiki. Góðar sendingar – leitaði og leitaði, men fann ikki lykilin til Víkinga-verjuna.


Hannes Agnarsson (5)

Við kvikleika, ósmædni og góðum fótskifti setti hann nógvar leikarar av og skapti eina rúgvu. Víkingar løgdu nógv fyri at steðga honum og hann vann 4-5 fríspørk. Enn eitt lovandi avrik frá 17 ára gamla vongleikaranum, sum var dagsins leikari hjá heimaliðnum.


Lukasz Cieslewicz (4)

Royndi nógv frá egnum fótum – onkuntíð kundi hann slept bóltinum fyrr, men hann var eyðsýndur við sínum eyðkendu driblingum, sum í dag tó ikki førdu til nakað.


Sebastian Pingel (3)

Hevði nakrar góðar støður, men tað var eins og tað bara eydnaðist aðru hvørja ferð hjá honum. Bleiv útskiftur tíðliga í seinna hálvleiki.