Taptu eisini bronsudystin

Isle of Man gjørdist ein ov stórur biti hjá føroysku badmintonspælarunum í bronsudystinum í liðkappingini

Fyrrapartin tapti føroyska badmintonlandsliðið 1-3 ímóti Guernsey í hálvfinaluni í liðkappingini.

 

Seinnapartin spældu føroysku badmintonspælararnir bronsudyst ímóti Isle of Man, og endaði tað eisini við einum 1-3 tapi í hesum dystinum.

 

Bartal Poulsen tapti 1-2 (13-21, 21-15 og 15-21) ímóti Adam Colley. Rannvá Carlsson tapti 1-2 ímóti Jessicu Li við settmuninum 19-21, 21-19 og 10-21. 

 

Sólfríð Hjørleifsdóttir og Gunnvá Jacobsen taptu 0-2 (12-21 og 16-21) ímóti Kimberley Clague og Jessicu Li í tvímansleikinum hjá kvinnum.

 

Niklas Eysturoy og Bartal Poulsen stóðu fyri tí góða avrikinum. Teir vunnu 2-0 (21-10 og 21-12) á Neil Harding og Adam Colley. 

 

So ikki ein góður dagur fyri føroysku badmintonspælararnar í dag, men nú koma einstaklingakappingarnar, og so er at vóna, at heiðursmerkini koma til høldar.