TB er steypavinnari

KÍF hevði stórar leiðslur, men TB framdi eitt rimmar comeback og vann steypagull.

Steypafinalan hjá kvinnum í flogbólti hevur verið í høllini á Hálsi í dag, har KÍF og TB hittust. TB vann seg í finaluna við 3-1-sigri á Fleyr í hálvfinaluni, meðan KÍF gjørdi reint borð og vann sína hálvfinalu 3-0 ímóti SÍ.


Fyrsta settið í dag var ógvuliga javnt. KÍF vann seg nøkur stig á odda ímóti endanum av settinum, men TB svaraði aftur og javnaði til 24-24. Her var KÍF tó drúgvari og við 26-24 løgdu tær seg á odda 1-0 í settum.


Í øðrum setti var TB á odda so at siga allatíðina, burtursæð frá 16-15 til KÍF, og tað var eisini TB, sum fekk settið í hús við 25-21. Serliga vóru tað servurnar hjá Rannvá B. í Heiðunum og álopssløgini hjá Helgu Guttesen, sum vóru avgerandi.


Triðja sett átti KÍF fult og heilt fyrstu løtuna, men hóast tær úr Kollafirði vóru á odda 8-2, so svaraði TB aftur og kom á odda 16-15. Hesa løtuna vann TB sær yvirtakið og við 25-21 løgdu tær seg á odda 2-1 í settum.


Aftur í fjórða setti kom KÍF betur frá byrjan. Tær vóru á odda heili 10-2, men enn einaferð steðgaði upp hjá teimum, og TB át seg innaftur og fekk yvirtakið. Hetta settið vann TB 25-22 og harvið steypagull við einum 3-1-sigri.


Hetta var fyrstuferð síðani 2006, at TB vann steypagull. Í landskappingini eru tær á fjórða plássi, men tað hevur víst seg, at spælið koyrir betur og betur hjá hesum alsamt meira samanspælda TB-liðnum.


KÍF – TB 1-3

26-24, 21-25, 21-25, 22-25.