Leita á in.fo

André Olsen 11.01.2019 (22:45)

TB fær tveir nýggjar serbar

TB hevur í kvøld styrkt seg við tveimum spælarum til komandi kappingarár í Betri-deildini hjá monnum. Talan er um tveir serbiskar leikarar – ein miðvallarleikara og ein áleypara.

 

Miðvallarleikarin er Veljko Vukovic. Veljko Vukovic er 29 ára gamal, og hevur seinastu árini spælt í bestu deildini í Montenegro fyri FK Sutjeska Niksic, sum seinasta summar vann meistaraheitið í Montenegro. Veljko Vukovic hevur tó ikki havt fast pláss hjá meistaraliðnum í Montenegro.

 

Veljko Vukovic hevur eisini royndir úr næstbestu serbisku deildini og bestu bosnisku deildini, umframt at hann er skrásettur fyri tríggjar U19 landsdystir fyri Serbia.

 

Hin leikarin er áleyparin Ivan Ivanovic. Ivan Ivanovic er somuleiðis 29 ára gamal, og hevur somuleiðis eisini seinasta árið spælt í bestu deildini í Montenegro við Mornar Bar. Ivan Ivanovic hevur havt mestsum fast pláss við Mornar Bar, sum í løtuni liggur niðast í bestu deildini í Montenegro.

 

Umframt at hava drúgvar royndir úr bestu deildini í Montenegro, hevur Ivan Ivanovic eisini spælt í bestu deildini í Kasakstan og í bestu deildini í Makedonia.

 

Umframt teir báðar nýggju serbisku leikararnar, er eisini greitt at serbiski málverjin í Suðuroynni í fjør, Milos Budakovic, fer at spæla við TB komandi kappingarár.

 

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her