Stutt undan summarsteðginum gjørdist Sigfríður Clementsen venjari hjá TB. Í teimum trimum dystunum undan steðginum, har hann stýrdi frá síðulinjuni, eydnaðist tað TB at vinna fýra stig. Sostatt er TB fimm stig omanfyri niðurflytingarstrikuna, áðrenn seinna hálva byrjar hin 24. juli.
Sigfríður Clementsen er tó av tí áskoðan, at hópurin hjá TB er ov tunnur. Serliga hevur liðið havt trupulleikar á málmansplássinum, har tað bleiv neyðugt at leiga Meinhardt Joensen hjá KÍ í øllum teimum trimum dystunum hjá Sigfríði.
- Vit arbeiða upp á at fáa ein málmann. Vit eru sjálvandi áhugaðir í Meinhardti, tí at hann stóð seg væl í teimum dystunum, sum hann spældi við okkum, men tað eru KÍ og Meinhardt sjálvur, ið eiga síðsta orðið har, sigur Sigfríður Clementsen í viðmerking við in.fo.
- Vit leita eftir einum málmanni bæði innanlands og uttanlands, leggur Sigfríður afturat.
Søgur eru byrjaðar at ganga um, at framherjin hjá HB av Tvøroyri, Poul Ingason, møguliga vendir nøsina heim aftur til TB. Sigfríður Clementsen váttar, at TB er áhugað í leikaranum, sum TB sjálvt hevur uppalað.
- Vit eru áhugaðir í at styrkja hópin, og Poul er lokalur, so tað er upplagt at fara eftir honum. Men tað er HB, sum eigur hann, og skal leysgeva hann. Eg kann tó vátta, at vit hava sent HB ein fyrispurning um leikaran, sigur Sigfríður.
Sigfríður Clementsen veit eisini at siga, at helst missir TB tveir leikarar í seinnu hálvu, sum fara av landinum í lestrarørinum. Tískil verður tørvurin á nýggjum fólki eyka stórur.
- Tveir leikarar fara helst av landinum í lestrarørindum. Absalon Eliasen og Teitur Justinussen. Tað er endaligt, at Absalon fer av landinum at lesa, meðan støðan hjá Teiti ikki er fullvís enn.
At enda staðfestir Sigfríður Clementsen tó, at TB ikki fellur í fátt, um tað skuldi hent seg, at ongin styrkur kemur.
- Vónandi kemur okkurt upp á pláss skjótt, men um tað ikki hendir, so skulu vit nokk klára okkum við tí, sum vit hava, vóru seinastu orðini frá Sigfríði Clementsen.
Flytingargluggin í føroyskum fótbólti letur aftur mikudagin 13. juli.