TB sett venjara

TB hevur sett høvuðsvenjara fyri 2019

Zoran Pavlovic er nú endaliga settur sum venjari hjá TB. Bolt.fo hevur leingi sett 52 ára gamla serban í samband við TB. Nú hevur TB kunngjørt tíðindini.

 

Les eisini: Fyrrverandi venjari aftur til TB

 

- Hann hevur áður vant Tvøroyrar Bóltfelag. Hetta var í 1998, tá stóð hann á odda fyri Tvøroyrar Bóltfelag í 19 dystum í bestu deildini í Føroyum og í steypakappingini. Zoran, ið er 52 ára gamal, tekur leiðsluna av liðnum 20. januar, skrivar tb.fo.

 

Heimasíðan hjá TB boðar eisini frá at málverjin, Milos Budakovic, verður tøkur til dystin leygardagin nýggjuvenjarakappingini. Tað sama verða Teitur Olsen og Stefan Radosavljevic, men at nýggju útlendsku spælararnir, Veljko Vukovic og Ivan Ivanovic, verða ikki tøkir enn. Teir koma væntandi um mánaðarskiftið.