Leita á in.fo

Tróndur Arge 07.11.2018 (15:56)

TB/FCS/Royn: Ógreiðar útmeldingar um samstarvið

Tað er ein størri fløkja, sum felagsliðið TB/FCS/Royn – eisini nevnt Suðringar – er komið í. TB og FC Suðuroy kunnu ikki einast um samstarvið, tí TB vil bara spæla í Trongisvági, meðan FC Suðuroy vil hava at feløgini deila heimavølli.

 

Les eisini: Samstarvið heldur helst ikki fram

 

Seinastu dagarnar eru ymisk boð komin. Bolt.fo hevur eina samrøðu við formannin í TB, Henrik Thomsen. Hann sigur í samrøðuni, at hann ikki er samdur við nevndini í TB, sjálvt um tað stóð í samskiftinum við FC Suðuroy, at nevndin er samd um treytirnar fyri framhaldandi samstarvi.

 

- Eg skilji væl, at tey í Vági ynskja, at liðið eisini skal spæla har. Og persónliga haldi eg eisini, at tað rætta hevði verið, at spælt í báðum støðum. Men í TB er tað ein aðalfundur og ein starvsnevnd, sum halda, at tað bara skal spælast við Stórá. Sum formaður má eg tillaga meg eftir tí, sigur Henrik Thomsen millum annað við bolt.fo.

 

Les eisini: Haldið fram við samstarvinum (Glenn Ståhl)

 

Í gjár hevði FC Suðuroy kunnandi fund um støðuna. Suðurrás skrivar, at eini 60 fólk vóru møtt ti fundin. Formaðurin, Julius vest Joensen, greiddi frá, at aðalfundurin hjá FC Suðuroy í februar samtykti, at eftir hetta árið, mátti samstarvið formaliserast. Samtykt varð á aðalfundinum í februar, at man ynskti: Skipaði viðurskifti í javnbjóðis samstarvi, felags økonomi, nýtt felag og nýtt navn, og at spælast skal í báðum støðum. Hesa niðurstøðu hevur FC Suðuroy kunna nevndina í TB um, skrivar Suðurrás.

 

TB hevur nú boðið til fund um eina viku, har FC Suðuroy ætlar at luttaka. Sum In.fo skrivaði í farnu viku, so vildi TB ikki hava deildan heimavøll. Verður tað ikki broytt, so eru tey í Vági til reiðar at fara aftur til gamla leistin.

 

- Formaðurin og fundarfólki vóru avkláraði um, at um TB ikki ynskti at halda áfram í javnbjóðis samstarvi, har spælt verður á báðum støðum, so mátti man taka tað til eftirtektar og venda aftur til at arbeiða við menning av egnum felag, skrivar Suðurrás.

 

TB/FCS/Royn hava í tvey ár spælt sum eitt felagslið. Bæði árini hevur liðið yvirlivað og eitt sindur afturat í bestu deildini.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her