Team Klaksvík er meistari í niðara endaspælinum

Team Klaksvík vann dystin, steypið og tær 10.000 krónurnar


Vilhelm Vilhelmsen skeyt seks mál fyri Team Klaksvík í kvøld (savnsmynd)

Vilhelm Vilhelmsen skeyt seks mál fyri Team Klaksvík í kvøld (savnsmynd)

Team Klaksvík - StÍF 27-24 (15-11)

 

Team Klaksvík hevði eitt ræðuligt grundspæl í Okkarakappingini í ár.

Eftir teir 18 dystirnar hevði liðið bert vunnið sær tvey stig og var greitt aftast.

 

Nýggja kappingarskipanin er so, at tey trý niðastu liðini spæla eina innanhýsis kapping, meðan tey fýra ovastu dystast um FM. Vinningurin fyri hetta sonevnda niðara endaspælið var eitt steyp og 10.000 krónur til vinnandi felagið.

 

Og Team Klaksvík reisti seg sanniliga í hesum endaspælið. Í fyrsta dystinum eydnaðist tað heldur óvæntað at vinna 27-24 á KÍF, ið frammanundan hevði vunnið sær 18 stig í grundspælinum.

Og góða gongdin hjá klaksvíkingum helt fram tá ið liðið eisini basti StÍF. Liðið hevði møguleikan at tryggjað sær steypið seinasta vikuskiftið, men hesaferð vann KÍF. Úrslitið gjørdist tó bert 25-23 til KÍF, og tí var Team Klaksvík eitt mál betri innanhýsis enn KÍF.

Hetta hevði tann avgerandi týdning, at Team Klaksvík kundi avgera kappingina á heimavølli ímóti StÍF í kvøld, og tað ætlaðu klakvsíkingar sær sanniliga.

Miðskeiðis í fyrra hálvleiki kom heimaliðið fimm mál fram um, og hesin munurin helt sær til tíðliga í seinna hálvleiki. Tá gjørdu strandingar ein vørr, og løgdu seg á odda við einum tjúgu minuttum at leika.

Dysturin javnaði seg síðani, og við tveimum minuttum eftir at leika kundi dysturin fara báðar vegir.

Hann fór til Klaksvíkar, eftir trý mál frá heimaliðnum móti ongum í seinastu løtuni.

 

Team Klaksvík vann dystin 27-24 og kundi lyfta steypið sum meistari av niðaru liðnum í Okkaradeildini.

 

Málskjúttar hjá Team Klaksvík: Vilhelm Vilhelmsen 6, Jens Pauli Mohr 6, Petur Martin Eliasen 6, Hørður Sigtórsson 5, Sámal á Tjaldrafløtti 4,

Málskjúttar hjá StÍF: Pætur Johansen 6, Bjarni í Selvindi 5, Rani A. Højgaard 4, Pætur Ó. Barclay 3, Teitur V. Nilssen 3, Ivan Mrdalo 2, Dávid Danielsen 1

Vilhelm Vilhelmsen skeyt seks mál fyri Team Klaksvík í kvøld (savnsmynd)