Leita á in.fo

Mynd: Mynd frá Teis Horn Rasmussen

André Olsen 11.10.2017 (12:58)

Teis hevur brotið skinnabeinið

Tá Neistin og Kyndil sunnudagin brustu saman í FTZ-deildini hjá monnum, noyddist sjúkrabilurin á vøllin í fyrra hálvleiki eftir einum leikara hjá Neistanum, sum var komin illa til skaða.

 

Leikarin, ið talan var um, var evnaríki Teis Horn Rasmussen, ið fyrr í summar gjørdi um seg fyri føroyska U21 landsliðið til HM-endaspælið í Algeria. Knæðið hjá Teis Horn Rasmussen fór úr lið, men tá Teis Horn Rasmussen kom á sjúkrahúsið, sóu tey einki brot í knænum, men eitt brot í uttara skinnabeinið í vinstra beinið.

 

-       Eg føldi beinavegin at tað var galið, og tá eg fyrstu ferð hugdi niður, sá eg at knæðið var farið úr lið. Fólk komu síðani á vøllin at hjálpa mær at fáa knæðið uppá pláss, og eg var liggjandi á vøllinum inntil sjúkrabilurin kom eftir mær. Tá eg komi á sjúkrahúsið, síggja tey at knæðið er farið úr lið, men at einki brot er at finna inni í knænum. Tó finna tey eitt brot í uttara skinnabeinið (fibula) í vinstra beinið. Dagin eftir fór eg undir skurð, har tey settu eina 20 sentimetrar langa plátu inn í skinnabeinið og nakrar skrúvur inní, greiðir Teis Horn Rasmussen frá.

 

Teis Horn Rasmussen greiðir víðari frá, at slíkar løtur mestsum kennast óveruligar, tí at alt gongur so skjótt fyri seg. Tó hevur hann gott mót til at koma fyri seg aftur einaferð.

 

-       Enn er óvist hvussu leingi eg verið úti, men eg vóni at koma á vøllin aftur skjótast tilber. Við góðum stuðli frá familju, damu og vinum, skal hetta nokk fara at ganga, sjálvt um hetta sjálvandi rakar meg øgiliga hart og kennist heilt óveruligt, tí at alt hendi so skjótt og óvæntað, sigur Teis Horn Rasmussen.

 

Eftir fyrstu fýra dystirnar hava Teis Horn Rasmussen og Neistin fingið 6 stig í FTZ-deildini. Neistin liggur tí í løtuni á einum øðrum plássi.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her