Teit: Fantastisk kensla

Fýra mánaðir eftir álvarsama knæskaðan, er Teit Jacobsen aftur á tveimum beinum

Fyri fýra mánaðum síðani sleit Teit Jacobsen krossbandið. Fyri trimum mánaðum síðani var hann undir skurð, sum gekk væl. Í vikuni hevur hann runnið aftur á fyrsta sinni síðani skaðan.

 

- Fantastisk kensla, skrivar Teit Jacobsen á Facebook, har tað eisini er eitt sjónbandabrot av fyrsta rennitúrinum hjá honum.

 

Tað verður helst leingi enn, áðrenn vit síggja havnarmannin aftur á vøllinum. Vanliga eru boðini, at tað kann taka upp til eitt ár, tá krossbandið er slitið.

 

- Krossbandið er slitnað og har er einki eftir. Tað verða einir níggju mánaðir ella eitt ár, segði Teit Jacobsen fyrr í ár, eftir at hava verið til kanningar.

 

Hann bleiv fyrr í ár útleigaður til HB frá Sønderjyske, har hann enn hevur sáttmála. Tað var í dyst í Trongisvági, at orkuríki U21-landsliðsspælarin meiðslaði sær knæið. ÍtróttarSosialurin hevur í seinastuni havt sjóneygnu á júst knæskaðar.