Sunnudagin 4. juni skipar Manchester United fyri einum serligum Testimonial-dysti á Old Trafford leikvøllinum í Manchester til heiðurs fyri miðvallaran, Michael Carrick, sum hevur spælt fyri felagið í 11 ár.
Dysturin verður millum 2008-liðið hjá Manchester United og eitt lið, sum Michael Carrick hevur valt út at spæla ímóti 2008-liðnum hjá Manchester United. Sir Alex Ferguson verður venjari hjá 2008-liðnum hjá United og Harry Redknapp verður venjari hjá Michael Carrick XI. Millum teir útvaldu hjá Michael Carrick er íslendski Eiður Smári Guðjohnsen
Liðini koma at síggja soleiðis út:
Liðið hjá United 2008, venjari: Sir Alex Ferguson:
Edwin van der Sar
Gary Neville
Rio Ferdinand
Paul Scholes
Ryan Giggs
Nemanja Vidic
Wayne Rooney
Wes Brown
Owen Hargreaves
Ji Sung Park
Mikael Silvestre
Louis Saha
Darren Fletcher
Úrvalsliðið hjá Michael Carrick, venjari: Harry Redknapp:
Steven Gerrard
Frank Lampard
Michael Owen
John Terry
Jamie Carragher
Phil Neville
Robbie Keane
Michel Salgado
Eric Abidal
Damien Duff
Gaizka Mendiete
Eiður Smári Guðjohnsen