Leita á in.fo

Pætur Albinus 09.07.2018 (22:15)

Tí skifti Buffon til PSG

Eftir 17 ár í felagnum hevur Gianluigi Buffon valt at takka fyri seg í Juventus, har hann spældi 656 dystir. Leingi varð hildið, at hann fór at steðga yrkisleiðini, men síðani kom tað fram, at 40 ára gamli málverjin hóast alt fór at halda fram við at spæla fótbólt.


Gianluigi Buffon hevur nevniliga gjørt eitt ára sáttmála við franska stórfelagið, PSG, har partarnir hava eina treyt í sáttmálanum, at samstarvið kann verða longd við enn einum ári. Hetta er fyrstuferð, at Buffon fer at spæla fyri eitt felag uttanfyri heimlandið Italia.


- Tað er við einari fantastiskari kenslu, at eg skifti til PSG. Fyri fyrstuferð á leiðini fari eg úr heimlandinum, og tað var einans ein framskygd verkætlan sum hendan, ið kundi lokka meg at taka eina slíka avgerð, sigur Buffon við heimasíðuna hjá PSG.


- Eftir ótrúligu menningina seinastu árini veit eg hvørjar dreymar PSG og fjepparar teirra hava í hjørtunum. Eg fari at brúka alla mína orku, allar mínar royndir og alla mína svongd at hjálpa mínum nýggja liði til at røkka málunum, sigur hann víðari.


Tað verður eisini hildið, at lønin hevur havt stóra ávirkan á avgerðina hjá Buffon um at skifta til PSG. Mett verður, at PSG hevur tvífaldað lønina hjá honum, soleiðis at hann nú fer at tjena umleið 60 milliónir krónur um árið.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her