Times of Malta: Endiliga ein sigur

Miðlarnir í Malta fegnast um sigurin á Føroyum

Sigurin hjá Malta í gjár hevur funnið vegin fram til forsíðuna á Time of Malta. Lokala blaðið hevur annars ikki víst dystinum stórvegis ans, men bæði í gjár og í dag hevur verið gjørt pláss fyri dystinum móti Føroyum.

 

Les eisini: Jóan Símun ikki við til Rumenia

 

“Endiliga ein sigur” er yvirskriftin og myndin er av maltesiska venjaranum, Ray Farrugia. Í blaðnum er ein dystarfrásøgn og nakrar stuttar viðmerkingar frá onkrum av spælarum.

 

Sjónarhornið hjá teimum er, at Malta vísti dirvi í dystinum og tí vunnu teir. Eisini verður víst á, at hetta er fyrsti sigurin hjá Malta á Ta´Qali leikvøllinum síðani 2006, og fyrsti sigurin síðani 2013 í kapping.