Topp 10: Hesir tjena mest

Messi tjenar meira enn Ronaldo, og heldur óvæntað tjenar italskur venjari næstmest.

Lionel Messi er nú aftur heimsins best lønti fótbóltsspælari og tjenar meira enn ævigi kappingarneytin í Real Madrid, Cristiano Ronaldo. Hetta vísa tøl, sum France Football hevur roknað saman og kunngjørt í dag.


Við í samanteljingini er løn, lýsingarinntøkur, bonus og annað, sum verður roknað saman í eina samlaða ársinntøku. Listarnir við leikarum og venjarunum, ið hava hægst ársinntøkur, síggjast niðanfyri:


Hægst ársinntøkur – leikarar:

1. Lionel Messi (FC Barcelona) – 938 mió. kr.

2. Cristiano Ronaldo (Real Madrid) – 700 mió. kr.

3. Neymar (PSG) – 607 mió. kr.

4. Gareth Bale (Real Madrid) – 327 mió. kr.

5. Gerard Piqué (FC Barcelona) – 216 mió. kr.


Hægst ársinntøkur – venjarar:

1. José Mourinho (Manchester United) – 193 mió. kr.

2. Marcello Lippi (Kina) – 171 mió. kr.

3. Diego Simeone (Atlético Madrid) – 163 mió. kr.

4. Zinedine Zidane (Real Madrid) – 156 mió. kr.

5. Pep Guardiola (Manchster City) – 148 mió. kr.