Leita á in.fo

Torkil Veyhe í draktini hjá fyrrverandi liðnum, ColoQuick-CULT.

Pætur Albinus 11.02.2018 (18:56)

Torkil fyrstu kappingina við Team Virtu

Torkil Veyhe súkklaði í dag fyrstu kappingina í hesum kappingarárinum, og samstundis fyrstu kappingina við nýggja liðnum, Team Virtu Cycling, tá ið hann var við í stóru italsku súkklukappingini, Trofeo Laigueglia, har fleiri av heimsins stinnastu liðum vóru við.


Kappingin er partur av UCI Europe Tour, og hon er harumframt søgurík. Hon var á fyrsta sinni í 1964, og hevur havt navnframar vinnarar so sum Eddy Merckx, Lance Armstrong og Rolf Sørensen.


Torkil Veyhe fall fyri tíðarmarkinum og fekk harvið einki úrslit í dag, men uppgáva hansara var – saman við nøkrum øðrum liðfeløgum – at súkka fyri at Kasper Asgreen og Alexander Kamp fingu so gott úrslit sum tilbar. Hetta gekst rímiliga væl, tí teir báðir blivu ávikavist nummar sjey og 18. Vinnari gjørdist italski Moreno Moser frá liðum Astana.


Næsta uppgávan hjá Torkil og liðfeløgunum verður longu komandi vikuskifti, tá ið teir fara at luttaka í fronsku súkklukappingini Tour du Haut-Var.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her