Torkil og teir vunnu troyggjuna aftur

SMS-dagbókin, 3. teinur: Tað gongur væl hjá Torkil Veyhe og teimum í Tour de Normandie.

Triði teinur í Tour de Normandie er av, og í dag kunnu Torkil Veyhe og liðfelagarnir á Riwal Readynez fegnast um, at teir, nærri nágreiniliga Nicolai Brøchner, aftur hevur føraratroyggjuna í kappingini.


Persónliga var tað tó eitt lítið tap hjá Torkili í dag, av tí at hann var úti fyri einum lítlum óhappi. Les meira um tað í dagligu SMS-dagbókini, ið verður samskift og skrivað eftir hvønn tein, niðanfyri:


In.fo: Hey Torkil! Hvussu gekst í dag?


Torkil Veyhe: Hey! Nicolai Brøchner hevur troyggjuna aftur, so tað er bara gott. Tað var ein harður dagur. Vit vóru við í øllum, sum var, og tað kostaði eisini eitt sindur í finaluni. Eg var óheppin og punkteraði á einum býttum tíðspunkti. Eg misti eitt sindur av tíð av tí sama, so tað var harmiligt fyri mítt viðkomandi. Men vit eru her fyri Brøchner, og nú skulu vit halda troyggjuna til sunnudagin.


In.fo: Øv. Men gott, at tit fingu troyggjuna aftur. Hvat merkir tað fyri næstu dagarnar hjá tykkum?


Torkil Veyhe: Tað merkir, at vit mugu út at verja. Vit skulu syrgja fyri, at tað fer eitt útbrot avstað, ið ikki er ov stórt, og so kontrollera, soleiðis at vit fáa Brøchner heim at spurta.


In.fo: OK. Tað vóna vit fer at eydnast. Er liðið hjá tykkum inntakt, og allir mans eru væl fyri?


Torkil Veyhe: Ja, vit eru allir við enn. Nakrir eru eitt sindur merktir, men vit eru til dystin fús.


Teinurin í morgin er 173 kilometrar úr Tilly-sur-Seulles til Argentan.


Les eisini: SMS-dagbókin – 1. teinur

Les eisini: SMS-dagbókin – 2. teinur