Trivaligur sigur til Gilla og Brann

Gilli Rólantsson og liðfelagarnir vunnu 4-1 á Molde á heimavølli

Um tað ikki var fyri skaðan hjá Sonna Ragnari Nattestad, so hevði kunnað verið talan um eina føroyingauppgerð millum Brann Bergen og Molde á Brann leikvøllinum í Bergen fyrr í kvøld.

 

Brann Bergen vann 4-1 á Molde. Í steðginum var støðan 1-1. Gilli Rólantsson var við á liðnum hjá Brann Bergen frá byrjan, og bleiv skiftur út tá eitt lítið korter var eftir av vanligu leiktíðini.

 

Gilli Rólantsson hevði onkra roynd á málið hjá Molde, sum bleiv blokkerað sambært brann.no. Eisini hevði føroyski landsliðsspælarin okkurt gott gjøgnumbrot sambært dagbladet.no. Sambært somu heimasíðum var Molde frægari liðið í fyrra hálvleiki, men í seinna hálvleiki setti Brann tingini uppá pláss við trimum málum.

 

Týsdagin tekur Brann Bergen ímóti Sandefjord á Brann leikvøllinum í Bergen.

 

Støðan:

 

1Rosenborg620    13:320
2Odd8    503 8:915
3Brann Bergen842215:714
4Sarpsborg842217:1014
5Stabæk842213:914
6Sandefjord841312:1013
7Tromsø933311:1212
8Molde832312:1111
9Haugesund832311:1111
10Aalesund832310:1011
11Vålerenga831411:1310
12Strømsgodset82337:119
13Sogndal822410:128
14Kristiansund82246:128
15Lillestrøm82156:127
16Viking91176:164