Troyttur av at hoyra babba reypa

ÍtróttarSosialurin: Nú vil Bjarni Larsen eisini vinna gull á oyggjaleikunum

Bjarni Larsen er norskur steypavinnari við BK Trømsø. Fuglfirðingurin, sum lesur fiskifrøði, er við í toppinum í norskum flogbólti. Hann hevur stórar dreymar fyri føroyskan landsliðsflogbólt. Serliga kundi hann hugsa sær at vunnið gull á oyggjaleikunum, tí tað gjørdi pápin í 1989 – og reypar enn

 

(Brot úr grein í ÍtróttarSosialinum í dag, 6. feburar)

 

Fuglafjørður er flogbóltsbýur burturav. ÍF hevur í nógv ár verið millum bestu liðini í landinum hjá monnum. Tað kveikti áhugan hjá einum ungum Bjarna Larsen, sum fór at spæla flogbólt í reyðu troyggjuni.

 

Keyp Sosialin á netinum við at trýsta HER

 

- Eg eri uppvaksin í Fuglafirði við bóltspæli gjøgnum móðurmjólkina, sigur Bjarni Larsen.

 

Pápin, Odd Eliasen, spældi eisini flogbólt og var millum annað við til at vinna gull á oyggjaleikinum í Føroyum í 1989. Nakað, sum manslandsliðið ikki hevur megnað at endurtikið síðani.

 

- Babba var á liðnum tá og satt at siga, so eri eg troyttur av at hoyra hann reypa um tað legendariska gullið. Skilt upp á tann mátan, at eg vil eisini hava fatur á hasum gullheiðursmerkinum, sigur Bjarni Larsen brosandi.

 

Les alla samrøðuna við Bjarna Larsen í ítróttarSosialinum í dag.