Trý av fýra útisetaliðum taptu

Bara Rókur Akralíð vann við sínum liði. Hini føroyingaliðini taptu sínar dystir


Tað gekk ógvuliga misjavnt hjá føroysku landsliðsspælarunum í bestu íslendsku og næstbestu donsku hondbóltsdeildini.

 

Niklas Simonsen og liðfelagarnir í Tønder taptu 36-32 móti botnliðnum, HC Odense á útivølli. Í steðginum var Odense á odda 19-16. Annað plássið hjá Tønder stendur tó ikki at vika, og nú er greitt, at Tønder skal spæla tveir dystir móti Team Sydhavsøerne um rættin at spæla uppflytingardystir móti næstniðasta liðnum í bestu donsku hondbóltsdeildini.

 

Eirikur J. Simonsen skoraði eitt mál tá lið hansara Frederikshavn tapti tepurt 27-28 móti Odder. Í steðginum var Frederikshavn á odda 13-11. Tað gjørdi skaðan verri hjá Frederikshavn verri, at Odense vann á Tønder, tí nú er Odense bert eitt stig aftanfyri Frederikshavn. Trý lið flyta beinleiðis niður. Frederikshavn er eitt stig omanfyri tey trý liðini, og tí fer at standa á gomlum nøglum tá Frederikshavn komandi leygardag skal spæla móti Tønder.

 

Tað gongur væl hjá Róki Akralíð og liði hansara, HEI Skæring sum aftur vunnu í dag. HEI Skæring vann á heimavølli 29-25 á Randers. Í steðginum var HEI Skæring á odda 12-11. Rókur Akralíð skoraði eitt mál í dystinum.

 

Í Íslandi tapti KA ein týdningarmiklan dyst móti ÍBV 28-30 móti ÍBV. Í steðginum var KA á odda 16-15. Áki Egilsnes skoraði fimm mál og Allan Norðberg skoraði fýra mál.

 

KA er nú eitt stig frá at røkka fjórðingsfinalunum í meistaraskapsendaspælinum. KA spælir torføran útidyst móti Vali mikukvøldið, og torføran heimadyst móti FH leygardagin.

 

 


Nr
LiðDVJT
1Haukar201532570:52633 stig
2Selfoss201424568:54230
3Valur191234534:45527
4FH191054524:49425
5ÍBV201037572:56423
6Afturelding20758531:52719
7Stjarnan198110520:53717
8ÍR206410531:54516
9KA206311516:53515
10Fram206113508:53813
11Akureyri194213486:53410
12Grótta203215452:5158

 

 

 

Hbold.dk DystirDystir
1Fredericia2542 Stig
2Tønder2537
3Sydhavsøerne2534
4Skive2531
5Odder2531
6Ajax København2529
7Otterup HK2527
8HØJ2526
9HEI, Skæring2523
10Stoholm2520
11Frederikshavn2517
12HC Odense2516
13Randers HH2514
14Køge Håndbold253