TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr fótbóltspanelið, sum var partur av sendingini SportBoxin á Rás2 fyrrapartin.
Trygvi Mortensen, sum gavst sum høvuðsvenjari hjá 07 Vestur í vikuni var gestur í fótbóltspanelinum.
Trygvi Mortensen og Tróndur Arge umrøddu tíðina í 07 Vestur, og onnur aktuel viðurskifti í effodeildini. Trygvi sigur seg ikki verða beiskan um avgerðina hjá leiðsluni í 07 Vestur um at royna eina aðra venjaraloysn til tað, sum eftir er av kappingini í effodeildini.
Trygvi Mortensen metti eisini um 24. umfar í effodeildini, sum verður leikt sunnudagin klokkan 15:
KÍ-HB (Rás2 sigur frá dystinum)
Víkingur-TB/FCS/Royn (Rás2 sigur frá dystinum)
07 Vestur-B36
EB/Streymur-Skála
ÍF-NSÍ