Trygvi Mortensen er ikki beiskur

(SportBoxin) Trygvi Mortensen, fyrrverandi høvuðsvenjari hjá 07 Vestur var gestur í fótbóltspanelinum á Rás2 fyrrapartin

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr fótbóltspanelið, sum var partur av sendingini SportBoxin á Rás2 fyrrapartin.

 

Trygvi Mortensen, sum gavst sum høvuðsvenjari hjá 07 Vestur í vikuni var gestur í fótbóltspanelinum.

 

Trygvi Mortensen og Tróndur Arge umrøddu tíðina í 07 Vestur, og onnur aktuel viðurskifti í effodeildini. Trygvi sigur seg ikki verða beiskan um avgerðina hjá leiðsluni í 07 Vestur um at royna eina aðra venjaraloysn til tað, sum eftir er av kappingini í effodeildini. 

 

Trygvi Mortensen metti eisini um 24. umfar í effodeildini, sum verður leikt sunnudagin klokkan 15:

 

KÍ-HB (Rás2 sigur frá dystinum)

Víkingur-TB/FCS/Royn (Rás2 sigur frá dystinum)

07 Vestur-B36

EB/Streymur-Skála

ÍF-NSÍ