Trygvi Mortensen og 07 Vestur skiljast

So er annar venjarin í føroyskum fótbólti givin í hesum árinum

Fyrst gavst Jákup Mikkelsen í Fuglafirði, og nú er Trygvi Mortensen givin í 07 Vestur, skrivar jn.fo. Í báðum førum er talan um felag, ið er undir niðurflytingarstrikuni. 07 Vestur tapti um vikuskiftið 3-0 fyri EB/Streymi og hevur nú torført við at bjarga sær í bestu deildini.

 

Jn.fo skrivar, at Sigtór Petersen, ið hevur verið hjálparvenjari hjá 07 Vestur seinastu tíðina, tekur yvir sum høvuðsvenjari hjá besta liðnum hjá 07 Vestur.

 

Jim Sonni Guttesen formaður í 07 Vestur, sigur við jn.fo at felagið takkar Trygva Mortensen fyri samstarvið, og ynskir honum alt tað besta í framtíðini.