Leita á in.fo

Trygvi Mortensen ásannar, at málskjótingin er størsti trupuleikin hjá 07 Vestur (savnsmynd)

Heri Simonsen 19.03.2017 (20:25)

Trygvi: Suðringar sluppu at spæla hart

Aftaná tvey umfør hevur 07 Vestur framvegis einki stig, og fyrsta málið er ikki skotið enn.

 

Høvuðsvenjarin, Trygvi Mortensen ásannar, at tað serliga er málskjótingin, sum haltar hjá vestanmonnum, men hann trýr fult og fast uppá, at tá liðið fær fyrsta málið, so fer tað at gleppa hjá teimum.

 

Trygvi Mortensen er vónbrotin um 0-1 tapið ímóti Suðringum á heimavølli í dag. Hann heldur, at Suðringar sluppu at spæla hart, og hann heldur, at útiliðið gjørdi nógv fríspørk. Tað ergrar hann eisini, at Suðringar skoraðu uppá tann einasta veruliga málmøguleikan teir høvdu.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna, sum var við Trygva Mortensen í sendingini "Triði Hálvleikur" á Rás2. 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her