Trygvi til 07 Vestur

Fyrrverandi AB-venjarin hevur longu fingið nýtt starv

Í kvøld hevur fundur verið fyri leikarahópinum hjá 07 Vestur, og har varð kunngjørt, at venjari hjá 07 Vestur í Effodeildini í 2017 verður Trygvi Mortensen. Runavíkingurin hevur verið venjari hjá AB, sum flutti niður í 1. deild hetta kappingarárið, men meðan argjamenn mugu niður í næstbestu deildina at venda, so heldur venjarin fram í Effodeildini.

 

Í videosamrøðu við in.fo eftir síðsta landskappingardystin hjá AB ímóti Víkingi farna leygardag ivaðist Trygvi Mortensen tó í, hvar hansara venjaraframtíð lá. 

 

Les eisini: Nú spæla vit sum eitt lið

 

- Lat meg siga tað soleiðis, at vit hava prátað eitt sindur saman, og vit fáa at síggja hvussu verður. Eg havi so ikki tikið nakra avgerð enn, segði Trygvi Mortensen leygardagin.

 

Okkurt er tó broytt síðani tá. Sunnukvøldið kunngjørdi 07 Vestur, at venjarin hetta kappingarárið, Hegga Samuelsen, ikki helt fram.

 

Les eisini: Hegga gevst í 07 Vestur

 

Í morgun visti in.fo at siga, at Trygvi Mortensen í øllum førum ikki helt fram í AB. Harvið skal AB finna nýggjan venjara.

 

Les eisini: AB skal hava nýggjan venjara

 

Og í kvøld hevur 07 Vestur síðani kunngjørt, at Trygvi Mortensen er nýggi venjarin hjá vágamonnum.

 

- Við hópin av ungum leikarum og einum venjara, ið trýr upp á kósina, sum vit hava stungið út í kortið, síggi eg sera positivt upp á framtíðina, sigur formaðurin í 07 Vestur, Jim Sonni Guttesen.