Trýstið er á H71

Upptakt: in.fo væntar ein tættan dyst, ið H71 neyvan hevur ráð at tapa


Í kvøld er onnur FM-finalan hjá monnum á skránni. Neistin og H71 bresta saman aftur í Høllini á Hálsi klokkan 20.00 í kvøld.

 

 

Les eisini: FM1 sigur frá Neistin - H71 í kvøld

 

 

Neistin vann fyrstu FM-finaluna og legði seg á odda í longu finalurøðini. Tað snýr seg um at vinna tríggjar dystir, so har er langt eftir á mál hjá Neistanum enn.

Men eingin ivi er um, at vinnur Neistin aftur í kvøld, so tekur felagið eitt risastórt fet ímóti fyrsta Føroyameistaraheitinum síðani 2011.

 

Aftur í kvøld er ein javnur dystur í væntu. Tá ið upprunaliga leiktíðin var av sunnukvøldið, var tað triðju ferð hetta kappingarárið at liðini spældu javnleik - av fýra møguligum dystum. Undanfarna kappingarár vóru eisini leiktir tríggir javnleikir úr sjey dystum ímillum feløgini bæði, so søgan sigur okkum at hetta verður aftur ein javnur dystur, ið skal avgerast í seinastu løtunum.

 

Sunnukvøldið vóru neistamenn greitt omaná í longdu leiktíðini, og teir prógvaðu aftur at teir duga at avgera dystirnar tá ið á stendur. Hetta sóu vit eisini í teimum báðum seinastu hálvfinalunum ímóti Kyndli, har Neistin eisini vann eftir longdari leiktíð áðrenn teir bláu megnaðu at avgera dystin ímóti upprunaliga dystarendan.

Harafturat skulu vit ikki gloyma hvussu neistamenn vunnu steypafinaluna. Við einum málið í evstu løtu.

 

 

Royndirnar við at vinna so tættar dystir eru sanniliga mikið verdar, nú upp í fýra finalur skulu leikast afturat.

Tí eru hoyvíkingar helst tvungnir at vinna dystin í kvøld. Tí vinnur Neistin, so fáa teir tríggjar møguleikar at vinna triðja og avgerandi dystin, og tað er trupult at ímynda sær at Neistin ikki fær koppað ein av hesum til sín.

 

Tí er stórt trýst á H71, ið hevur vunnið FM seinastu tvey árini. Tað verður spennandi at síggja um hoyvíkingar fara at trívast undir hesum trýstinum, ella um hetta gevur Neistanum ein møguleika at spæla meira frítt.

 

H71 hevði sera trupult við at fáa spælið hjá sær at flóta í fyrsta dystinum, men skulu royna at skapa eins nógvar skjótálopsmøguleikar, har millum annað Pætur Thomsen á høgri vongi fekk nógv mál sunnukvøldið.

Harnæst er lykilin at steðga Rasmusi Søby. Tað er eingin ivi um, at danski stórskjúttin fyllur nógv á taktikkfundunum hjá øllum liðum, ið hitta Neistan, og tað er sjáldan at tað riggar at temja honum.

Tað er ikki bert at steðgað málskjótingini hjá honum, men eisini at forða fyri at hann leggur upp til málmøguleikarnar, ið ger hesa uppgávu so trupla.

 

Hjá Neistanum snýr tað seg um at halda fast í verjuspælinum frá fyrsta dystinum, men eisini at minkað um skjótálopsmøguleikarnar hjá H71.

Við eitt sindur størri neyvleika í skotunum seinastu tíggju minuttirnar av vanligu leiktíðini, hevði Neistin helst vunnið nakað fyrr sunnukvøldið, og her skulu venjararnir meta um hvørt tað var orkan, ið gekk undan, ella um neyvleikin kann framalast á annan hátt.

 

Sunnukvøldið sóust málverjarnir hjá báðum liðum hava avgerandi týdning, og tað fara teir eisini at hava í kvøld, og í komandi finaludystum.

Ári Dam í H71-málinum byrjaði um miðjan seinna hálvleik at fáa fatur á nógvum skotum frá eitt nú Rasmusi Søby, og hetta gjørdi at H71 fekk javnleikin, og var um at vinna.

 

Orsøkin til at dysturin ikki koppaði allan vegin til H71 var at finna í málinum hjá Neistanum. Nicholas Satchwell framdi fleiri bjargingar úr fríum støðum, í einum tíðarskeiði har Neistin var í trupulleikum, og slík avrik gera munin ímillum sigur og ósigur.

 

Tað skulu vit eisini vænta í kvøld. Dysturin verður væntandi avgjørdur av smálutum og neyvleika, og tað eru málverjarnir, ið hava størsta møguleika at ávirka hetta.