Leita á in.fo

Tróndur Arge 06.12.2018 (16:47)

Turið gevst í Haukum

Turið Arge Samuelsen, sum hevur spælt fyri Haukar í Íslandi í ár, er givin í felagnum. Ógreiða um sáttmálaviðurskiftini við felagið, sum dró út í fleiri vikur, hevði við sær, at hon gjørdi av at gevast.

 

Turið byrjaði í Haukum 5. august í ár og hevur sostatt spælt við felagnum í júst fýra mánaðir. Í íslendsku landskappingini hevur hon sambært hagtølunum skotið 30 mál við 42 skotum fyri felagið og er triðovast á toppskoraralistanum hjá Haukum. Toppskjútti er portugisiski landsliðsspælarin, Maria Pereira, við 49 málum. 

 

Haukar hevur 12 stig í landskappingini, meðan Valur er fremst við 15 stigum. Haukar er eisini komið víðari í steypakappingini. Turið Arge Samuelsen harmast um, at tíðarskeiðið í Haukum mátti enda í ótíð.

 

- Tað er sjálvandi spell, at hetta mátti enda nú. Eg havi trivist ómetaliga væl saman við spælarum, venjarum og hjálparfólkum kring liðið, og ítróttaliga hevur gingið væl hjá okkum. Men at liva undir óvissum umstøðum leingi við lítlari familju gjørdist bara ov ótrygt, sigur Turið Arge Samuelsen.

 

Hon kemur heimaftur í vikuni og fer at spæla við Kyndli aftur. Kyndil hevur longu biðið um at fáa spæliloyvið flutt úr Íslandi til Føroya. Við Turið í Íslandi hevur verið Rúni Joensen, sum í mong ár hevur spælt við KÍF. Hann spældi við 2. mansliði hjá Haukum. Rúni fer eisini at spæla í Føroyum aftur – við KÍF.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her