Tveir leikarar til 07 Vestur

Annar kemur úr Noregi og hin kemur úr Danmark.

07 Vestur hevur styrkt seg til seinnu hálvu av Effodeildini. Tað er heimasíðan jn.fo, sum í kvøld ber tíðindini um, at felagið har vesturi hevur skrivað undir við tveir nýggjar spælarar.


Annar leikarin, sum 07 Vestur hevur skrivað undir við, er John Frederiksen. Hann hevur foreldur úr Miðvági, men er uppsvaksin á Bornholm, og hann hevur áður spælt við føroysku U17- og U19-landsliðunum.


Jn.fo skrivar, at John er 202 sentimetrar høgur, dugir at brúka bæði beinini og kann spæla sum 10'ari ella kantur. Hann er 21 ára gamal og hevur áður verið partur av ungdómsdeildini hjá FCK.


Hin leikarin er norski Pål Fjelde. Hann er 22 ára gamal og er uppvaksin í Viking Stavanger, men hevur seinasta hálva árið spælt við St. Mirren í næstbestu skotsku deildini. Hann kann spæla í verjuni og á miðjuni.