Leita á in.fo

Tróndur Arge 03.01.2018 (17:01)

Tveir nýggir mans til venjing á Skála

Tað ljóðar fyri vist, at tað verða tveir nýggir mans til venjing á Skála í kvøld. Norðlýsið hevur skrivað, at Heðin Klakstein skiftir úr KÍ til Skála. Hartil ljóðar, at Jákup Højgaard, sum í seinastuni hevur spælt við B36, verður nýggjur eykamálverji í felagnum.

 

Heðin Klakstein hevur fyri tað mesta sitið á bonkinum hjá KÍ seinasta kappingarárið, meðan Jákup Højgaard fyri tað mesta hevur verið aftanfyri Tórð Thomsen og Róa Hentze Mørk í málmansrekkjuni hjá B36.

 

Nógvar broytingar hava verið á Skála. Eyðun Klakstein er nýggjur venjari, meðan spælarar sum Haraldur Højgaard (NSÍ), Karstin Hansen (NSÍ), Niels Pauli Danielsen (ÍF) og Ahmed Mujdragic (KÍ), eru komnir til felagið, meðan spælarar sum Mamuka Torondjaze, Valerian Iobashvili, Hákun Edmundsson, André Olsen og Jann Martin Mortensen eru ikki við komandi ár, meðan Michal Przybylski ikki hevur longt sáttmálan enn, og er í samráðingum við onnur feløg.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her