Tveir tiknir fyri doping í HM í Kina

Snýt ger framvegis um seg í frælsum ítrótti

HM í frælsum ítrótti verður í hesum døgum hildið í Beijing í Kina. Tað er ongin loyna, at seinastu nógvu árini eru nógvir av íðkarunum í altjóða kappingunum í frælsu ítróttargreinunum tiknir fyri doping. Hetta evnið er eisini blivið umrøtt í Sosialinum fyri stuttari tíð síðani.

 

Og doping ger tíverri eisini um seg í HM í frælsum ítrótti í Beijing. Hetta kunnger IAAF, ið er altjóða samgongan innan frælsan ítrótt, í dag. Teir dopingdømdu eru rennararnir báðir Koki Manunga og Joyce Zakary, ið báðir eru ættaðir úr Kenya. Júst Kenya er kent fyri at hava sera nógvar sterkar rennarar.

 

Dopingroyndirnirnar hjá kenyansku rennarunum blivu tiknar 20. og 21. august, ið tískil merkir, at rennararnir hava dopað seg, áðrenn HM í Beijing byrjaði. Kappingin byrjaði 22. august.

 

Nýggi forsetin hjá IAAF, sum er bretski Sebastian Coe, hevur lovað at gjørt okkurt við nógvu dopingtrupulleikararnar.