Leita á in.fo

Tróndur Arge 07.02.2018 (15:07)

Tvey fet frá steypafinaluni

Frá í dag til sunnudagin verða átta hálvfinalur spældar í steypakappingini í hondbólti. Hjá kvinnunum eru tveir greiðir favorittar at koma í finaluna, meðan tað er stór kapping um at sleppa í steypafinaluna hjá monnum.

 

Beinleiðis á Rás2 frá klokkan 18.30 í dag

 

Fyri fyrstu ferð verður steypafinalan spæld í umbygdu høllini á Hálsi, har pláss verður fyri væl fleiri áskoðarum enn fyrr. Hjá kvinnunum skal okkurt óvæntað henda, um ikki FM-favorittarnir úr VÍF og Kyndli kom í finaluna, meðan tað er nógv verri at peika á ein favoritt hjá monnunum. Í hesi greinini hyggja vit nærri at vegnum til hálvfinaluna, og meta um útlitini fyri hvør kemur í finaluna.

 

Hálvfinalur kvinnur: Kyndil – H71

Vegurin til finaluna:

Kyndil: Koma víðari uttan dramatikk. Vinna við 10 og 11 í tveimum teimum fyrstu dystunum. Kyndil er víðari sum 1-ari, tá VB kemur á vitjan, men vinna alíkavæl.

Úrslit: Kyndil – Stjørnan 31-21, StÍF – Kyndil 21-32, Kyndil – VB 29-26

 

H71: Koma óvæntað víðari í einum bólki, sum telur VÍF og Neistan. Tær tapa fyri VÍF i fyrsta umfari, men avgerandi sigurin kemur í øðrum umfari, tá H71 vinnur við trimum á Neistainum. Tær vinna síðani pliktsigur á VÍF2.

Úrslit: VÍF – H71 27-18, Neistin – H71 20-23, H71 – VÍF2 32-7

 

Lyklaspælari hjá Kyndli: Maja Dragoljubovic

Hon var lykilin í steypakappingini í fjør. Kyndil verður uttan Annu Brimnes til fyrru hálvfinaluna, sum verður í Hoyvík. H71 fær torført við at koma til stórar málmøguleikar, tí verjan hjá Kyndli er sterk, men spælir Maja Dragoljubovic væl, so er grundin løgd undir víðari luttøkuni hjá kyndilskvinnum.

 

Lyklaspælari hjá H71: Maria Halsdóttir Weyhe

Hon er skjúttin á liðnum og nógv hvílir á hennara ungu herðum. Tá liðið fær torført við at spæla seg til stórar málmøguleikar, so verður neyðugt við nøkrum góðum skotum.

 

Vit tippa: Kyndil víðari

Her er stórur munur á liðunum. Kyndil er eini trý til fimm ár frammanfyri H71 í menning. Fleiri av spælarunum hjá Kyndli toppa nú, meðan H71 er í holt við at menna eitt ungt lið. Kyndil er greipuvinnari og favorittur at vinna.

 

Hálvfinalur kvinnur: VÍF-VB

Vegurin til finaluna:

VÍF: Kom í hálvfinaluna næstan uttan at sveitta. Vinn fyrst við níggju málum á H71, fyri síðani at vinna heili 47-13 á næstbesta liðnum hjá VÍF. Tær hava næstan ikki sett stig til í ár. Tað er eitt sunt tekin, tí tað er bara í tí eina dystinum móti Kyndli, at liðið ikki hevur spælt væl.

Úrslit: VÍF – H71 27-18, VÍF 2 – VÍF 13-47, VÍF – Neistin 31-25

 

VB: Kappingarárið hjá VB peikar skeivan veg, tá talan er um manningapartin, men enn er møguleiki fyri at koma í steypafinaluna. Tað stóð eitt sindur á, eftir at hava vunnið fyrsta dystin móti StÍF, fyri síðani at næstan tapa fyri Stjørnuni í 19-19 javnleikinum í Vági. VB er víðari, men ikki sannførandi.

Úrslit: VB – StÍF 33-21, VB – Stjørnan 19-19, Kyndil – VB 29-26

 

Lyklaspælari hjá VÍF: Marianna H. Jacobsen

Liðið hevur fleiri spælarar, sum hava stóran týdning fyri liðið, men til hesar hálvfinalurnar verður neyðugt at fáa skotið nøkur mál í fyrru hálvfinaluni, so útgangsstøðið verður gott til seinna dystin. Tá verður brúkt fyri Mariannu H. Jacobsen og Liljuni Djurhuus.

 

Lyklaspælari hjá VB: Gurið K. Augustinussen

Hon er grundin á liðnum og kann fáir aðrir spælarar fáa eitt heilt lið við sær. VB hevur mist á manningasíðu og tí verða evnini hjá Gurið K. Augustinussen upp aftur týdningarmiklari til hendan dystin.

 

Vit tippa: VÍF víðari

VB hevur longu mist Mathilde Pedersen, sum er farin aftur til Danmarkar, meðan málverjin, Katrine Borup, kann vænta sær ein longri steðg frá hondbólti, eftir at hon meiddi sær knæið illa í 19-19-javnleikinum í steypadystinum ímóti Stjørnuni fyri góðari viku síðani. Tí skal liðið spæla óvanliga væl, fyri at koppa oddaliðnum, sum er favorittur at koma víðari.

 

Hálvfinalur menn: Neistin – H71

Vegurin til finaluna:

Neistin: Menninir gjørdu reint borð í bólkaspælinum, sum eisini taldi grannarnar úr Kyndli. Tí stóð ikki so nógv á í seinasta umfarinum, men Neistin stendur eftir við at skula spæla móti H71, sum eftir stigatalvuni í landskappingini er sterkasta liðið, sum Neistin kundi møta.

Úrslit: Neistin – Team Klaksvík 30-22, Neistin – Kyndil 21-17, H71 2 – Neistin 24-30

 

H71: Spældi sær av við fyrsta plássið í bólkinum, tá liðið tapti við einum móti VÍF í seinasta dystinum. Eitt úrslit, sum eisini prógvar, at tað er tættari millum liðini enn stigatalvan í landskappingini sigur.

Úrslit: H71 – KÍF 27-25, StÍF – H71 31-32, H71 – VÍF 27-28

 

Lyklaspælari hjá Neistanum: Rasmus Søby

Danski spælarin hevur víst seg at verið ein fongur fyri Neistan, sum fleiri ár hevur verið eitt menningarprojekt. Nú er líkt til, at við honum sum skipara, so ber til at røkka enn hægri. Spælir hann væl, so hevur Neistin tað, sum skal til fyri at koma víðari.

 

Lyklaspælari hjá H71: Peter Krogh

Hjá H71 eru fleiri um boðið, men tú stendur eftir við kensluni av, at Peter Krogh er spælarin, ið kann vinna hálvfinalurnar fyri H71. Hann er júst komin aftur, eftir eitt hálv ár í donskum hondbólti. Hevur stóran týdning í bæði álopsstøðu og verjustøðu.

 

Vit tippa: H71 víðari

Hóast Neistin er oddalið í landskappingini, so er ilt at koma uttanum H71. Liðið er styrkt markant við Peter Krogh, umframt at Mark Lausen-Marcher er við aftur í ár. Liðið hevur nógv spælarar, sum hava vunnið nógv seinnu árini. Vit gita, at tað verður munurin, men at tað verður ikki avgjørt fyrr enn seint í seinnu hálvfinaluni.

 

Hálvfinalur menn: VÍF-Kyndil

VÍF: Tað bleiv ikki tann lætti vegurin til finaluna, men VÍF stendur kanska eftir við best møguligu kortunum, fyri at koma í finaluna. Neistin og H71 spæla í hinar hálvfinaluni, meðan VÍF við sigri í Hoyvík í seinasta dystinum skal møta einum óstøðugum Kyndilsliði.

Úrslit: VÍF – StÍF 35-31, VÍF – KÍF 34-34, H71 – VÍF 27-28

 

Kyndil: Kyndilsmenn greiddu sín setning væl, tá teir fóru kroytir til Klaksvíkar at spæla avgerandi dystin móti Team Klaksvík. Tað var nokk meiri raðfylgjan, ið gav klaksvíkinum eina vón, tí Kyndil vísti seg at vera sterkari.

Úrslit: Kyndil – H71 2 27-15, Neistin – Kyndil 21-17, Team Klaksvík – Kyndil 23-30

 

Lyklaspælari hjá VÍF: Filip Jojic

Her er nokk ongin ivi um, at Filip Jojic er lykilin hjá VÍF til at koma í finaluna. Hann er stórskjúttin á liðnum. Á einum góðum degi, so verður hann ikki steðgaður. Her kann eisini málverjin, Mladen Meri Mjerimacka, nevnast sum ein lyklaspælari.

 

Lyklaspælari hjá Kyndli: Jan Pauli T. Johannesen

Kydil tykist í løtuni sum eitt lið uttan eina stjørnu. Tí er verri at peika á lyklaspælaran, men í dystinum móti Team Klaksvík sást, at málverjarnir hjá Kyndli hava stóran týdning. Lars larsen Black hevur trupulleikar í rygginum og tí fellur valið á Jan Paula T. Johannesen, sum helst skal spæla tvær góðar hálvfinalur, um Kyndil skal víðari.

 

Vit tippa: VÍF víðari

Her er sera javnt millum bæðini liðini, sum hava 15 og 14 stig í landskappingini. Skal nakað finnast millum hesi bæði liðini, so tykist VÍF hava fleiri stórspælara á liðnum. Serliga Filip Jojic og Mladen Meri Mjerimacka. Tað kann blíva munurin í eini uppgerð, sum gjarna ikki verður avgjørd fyrr enn í evstu løtu.

 

Skráin:

Fyrru hálvfinalurnar:

Mikudagin 6. feburar:

H71 – Kyndil Kv (18.30) Beinleiðis á Rás2

H71 – Neistin M (20.00) Beinleiðis á Rás2

VB – VÍF (20.00) Kv

 

Hósdagin 7. feburar:

Kyndil – VÍF M (20.00) Beinleiðis á Rás2

 

Seinnu hálvfinalurnar:

Leygardagin 10. feburar:

Kyndil – H71 Kv (18.00)

 

Sunnudagin 11. feburar

VÍF – VB Kv (14.30)

VÍF – Kyndil M (16.00)

Neistin – H71 (16.00)


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her