Leita á in.fo

Koreiski hópurin til venjing í gjár (mynd: scanpix)

Sjúrður Hildarson Hoydal 10.01.2019 (19:08)

Týskland vann søguliga dystin á sameinda Korea

Í kvøld var fyrsti dysturin í HM-endaspælinum í Týsklandi og Danmark leiktur. Tað vóru vertirnir úr Týsklandi, ið bjóðaðu einum koreiskum liði av.

Suðurkorea hevur verður fastur táttur í HM í hondbólti, men í ár er ein serlig broyting farin fram.

Norður- og Suðurkorea stilla til hesa kappingina upp við einum sameindum liðið, undir navninum Korea.

 

Koreisku leikararnir vóru fyri einari stórari uppgávu, og hóast teir stundum vístu stórt hugflog í spælinum, og góðan liðanda, fingu teir einki gjørt við at týsku stórfavorittarnir vunnu greiðan 30-19 sigur.

 

Korea hava fingið nakrar sersømdir orsakað av serligu støðuni við sameiningini, ið altjóða hondbóltssambandi endaliga góðtók stutt fyri HM.

Eitt nú sleppir Korea at skifta óavmarkað út í hópinum í kappingini, fyri at geva møguleikar til at leikarar úr báðum londum sleppa at royna seg.

16 leikarar úr Suðurkorea og fýra úr Norðurkorea eru úttiknir til sameinda liðið, ið syngur koreiska fólkasangin, Arirang, heldur enn annan av tjóðsangunum hjá londunum.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her