U16 Dreingir: Taptu 2-0 fyri Litava

Føroyska U16-landsliðið við dreingjum, sum í hesum døgum tekur lut í menningarkapping í Slovenia, tapti fyrsta dystin í kappingini. Mótstøðuliðið var Litava, og úrslitið gjørdist 2-0 til litavar

 

Mikudagin spældi føroyska U16-landsliðið við dreingjum fyrsta dystin í UEFA menningarkappingini, sum í hesum døgum er á skránni í Sovenia. Umframt Føroyar og vertslandið, eru Litava og Luksemborg eisini við í kappingini.

 

Í fyrsta dystinum skuldu okkara dreingir royna seg ímóti Litava. Nógvur vindur var eftir vøllinum, og tað órógvaði spælið eitt sindur fyri báðar partar. Fimm minuttir fyri hálvleik kom Litava á odda við góðum langskoti, og tíggju minuttir eftir hvíldina øktu litavar til 2-0, sum eisini gjørdist úrslitið av dystinum.

 

- Okkara verjuspæl í fyrra hálvleiki var gott, og teir komu ikki til nakað nevnivert av møguleikum. Tíverri missa vit bóltin av skjótt, tá hann er vunnin, og tað er nakað, sum vit skulu arbeiða við, og gera betri, sigur Thomas Thinggaard, landsliðsvenjari.

 

Næsti dystur í kappingini verður fríggjadagin klokkan 15:00, og tá verða tað slovenar, ið taka ímóti. Dysturin millum Slovenia og Luksemborg endaði 1-0 til vertirnar.

 

U16-hópurin sær soleiðis út

Fríðálvur Klakk, KÍ

Peter Bergmann Hansen, Kerteminde/OB (DEN)

Ludvík Breckmann, B36

Regin í Geil Jacobsen, HB

Aleksandur Ó. Jensen, B68

Sámal Jákup Jóhannusarson, B36

Petur Ovi Dam, HB

Pætur Eliasen, B36

Tórur Joensen, HB

Óli Eyðsteinsson Poulsen, KÍ

Jákup Højgaard, B68

Jóhann H. Joensen, B36

Jonn Johannesen, KÍ

Áki Hentze, B36

Jónas Warner, B36

Gulak Jacobsen, KÍ

Ingi Jonhardsson, Víkingur

Leivur Guttesen, HB