U16: Taptu 5-1 fyri Luksemborg

- Eri glaður fyri at vit royndu, sigur venjarin Thomas Thingaard

Úrslitið gjørdist til trý tap hjá U16-dreingjunum, ið síðstu dagarnar hava verið til menningarkapping í Slovenia. Venjarin er kortini glaður fyri, at liðið fekk roynt seg við ymiskum spælskipanum, áðrenn NM- og innleiðandi EM-undankappingarnar, sum verða seinni í ár

 

- Vit taptu 5-1 fyri Luksemborg, og tað er sjálvandi ikki gott. Vit royndu eina aðra spælskipan, har vit prøvaðu at leypa á. Tað miseydnaðist, og eg taki fulla ábyrgd. Men eg eri glaður fyri at vit gjørdu eina roynd, sigur Thomas Thinggaard, venjari.

 

Seinastu dagarnar hevur føroyska U16-landsliðið við dreingjum (yngri parturin av U17) verið til UEFA menningarkapping í Bled í Slovenia. Umframt Føroyar og vertslandi, vóru Litava og Luksemborg eisini við í kappingini.

 

Úrtøkan gjørdist til trý tap. 2-0 fyri bæði Litava og Slovenia, og síðani 5-1 fyri Luksemborg. Føroyska málið gjørdi Leivur Guttesen. Venjararnir eru kortini nøgdir við kappingina, sum er tann seinasta, áðrenn tað veruliga telur til NM og innleiðandi EM, sum eru á skránni seinni í ár.

 

- Um vit síggja burtur frá úrslitunum, so eri eg nøgdur við menningina av liðnum. Leikferðin var ein avbjóðing, men kortini vóru stór framstig at hóma hjá øllum spælarunum, sjálvt um vit bara hava verið saman í eina viku áðrenn kappingina, sigur Thomas Thinggaard við heimasíðuna hjá FSF.

 

Næsta uppgáva hjá liðnum verður NM í Íslandi, sum verður frá 29. juli til 6. august. Innleiðandi EM-undankappingin, sum verður í Finnlandi, er á skránni frá 27. september til 3. oktober. Umframt Føroyar og Finnland, verða Ísland og Russland eisini við í kappigini.