U17-kvinnurnar nummar sjey

Við sigri á Kosovo eydnaðist føroysku U17-kvinnunum at fáa sjeyndapláss í kappingini í Makedonia

Føroyska U17-kvinnulandsliðið í hondbólti, sum hesa vikuna hevur verið við til Women’s 17 EHF Championship í makedonska høvuðsstaðnum, Skopje, vann í dag dystin um sjeyndaplássið, sum var ímóti Kosovo.

Føroyar vunnu 38-31, eftir at hava verið á odda 19-16 í hálvleikinum, men ta einu løtuna í seinna hálvleiki var um reppið, at Kosovo fekk fatur í rætta endanum, tí tá tódnaði leiðslan niður í 30-28. Men so kom gongd á aftur og sigurin bleiv tryggjaður.

Í fyrra hálvleiki var Maria Halsdóttir Weyhe sera sjónsk í myndini við átta málum, men tá Kosovo fór at mansverja hana, tók Súna Krossteig Hansen ábyrgd við nógvum málum og fríspælingum, og hon bleiv eisini kosin besti føroyski spælarin eftir dystin.

Ein annar føroyskur spælari, ið gjørdi tað gott, var Ró Nielsen, ið sera væl mansvardi ta bestu hjá Kosovo síðstu løtuna av fyrra hálvleiki og allan seinna hálvleik, og tað ørkymlaði Kosovo so mikið, at liðið ongantíð av álvara fekk hótt Føroyar.

Føroysku málskjúttarnir:

Maria Hallsdóttir Weyhe 10

Súna Krossteig Hansen 9

Marita Mortensen 6

Hjørdis Viðstein 5

Eva Barba Arge 4

Karin Ragnarsdóttir Dam 2

Ró Nielsen 1

Ingibjørg Olsen 1