U17-kvinnurnar: Poland ov sterkt

Føroysku U17-kvinnurnar í hondbólti, sum í hesum døgum eru við til kappingina EHF Championship í Skopje í Makedonia, taptu aftur í dag, tá tær spældu ímóti Polandi.

Hesaferð var mótstøðan sera sterk, tí úrslitið av dystinum gjørdist 32-17 til Poland, sum longu í hálvleikinum var á odda við 11 málum, 17-6. Polska liðið spældi sera væl og var betri í øllum lutum, men Beinta R. Dam gjørdi tað so væl í málinum, at hon var kosin besti føroyski spælarin.

Føroyskur toppskjútti var Maria Halsdóttir Weyhe við fýra málum, Ingibjørg Olsen og Ró Tova Nielsen skutu trý mál í part, Marita Mortensen tvey, og Hjørdis Viðstein, Lea Djurhuus, Karina Berg Høgnesen, Sólbjørt Høj og Eva Barba Arge skutu hvør sítt mál.

Í morgin klokkan 14 spæla føroysku U17-kvinnurnar triðja dystin í kappingini, sum verður ímóti Grikkalandi, og hann kann síggjast her: http://www.ehftv.com/int/livestream/greece-faroe-islands