U17-kvinnurnar taptu

U17-kvinnulandsliðið í hondbólti er í hesum døgum við til kappingina EHF Championship í Skopje í Makedonia, har tilsamans 10 landslið eru savnað. Liðini eru í tveimum bólkum, har vinnararnir fara beint í finaluna. Vinnarin har sleppur við til EM fyri U19-landslið um tvey ár.

Føroyar eru í bólki A saman við Sveis, Polandi, Grikkalandi og Makedonia, og í bólki A eru Slovenia, Bulgaria, Ísland, Ísrael og Kosovo, og fyrstu dystirnir eru spældir í dag.

Føroyar spældu ímóti Sveis, men taptu við seks málum, 22-28. Føroyskur toppskjútti var Maria Halsdóttir Weyhe við 14 málum, og hon var eisini kostin besti føroyski spælarin. Súna Krossteig Hansen skjeyt trý mál, Ingibjørg Olsen tvey og Marita Mortensen, Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen og Hjørdis Viðstein skutu hvør sítt mál.

Tað gekk hampuliga javnt á at byrja við og liðini fylgdust upp til 9-9, men so fekk Sveis økt upp í 16-11 fyri steðgin. Føroyska liðið brendi nógvar opnar møguleikar og endaði altso við at tapa við seks málum, 22-28.

Í hinum dystinum í bólki A í dag vann Poland 28-24 á Grikkalandi, so støðan er tann, at Sveis og Poland eru á odda við tveimum stigum, og Makedonia, Grikkaland og Føroyar hava einki stig.


Næsti dysturin hjá føroysku U17-kvinnunum verður spældur ímóti Polandi í morgin klokkan 14, føroyska tíð. Dysturin verður stroymdur her: http://www.ehftv.com/int/livestream/faroe-islands-poland