Leita á in.fo

Í august vóru U17-dreingirnir til NM í Íslandi, og har eydnaðist millum annað at spæla málleysan javnleik ímóti Svøríki - Mynd: Josva Thomsen

Tróndur Arge 12.09.2017 (15:49)

U17 landsliðið úttikið

Thomas Thinggaard, venjari, hevur úttikið U17-landsliðið við dreingjum, sum í døgunum 25. september til 4. oktober skal til Finnland at taka lut í fyrsta innleiðandi umfarinum í EM-undankappingini. Føroyar eru í bólki við Russlandi, Íslandi og Finnlandi.

 

- Vit fara til Finnland í trúnni á, at vit kunnu yvirraska. Stórt bjartskygni er í hópinum, og spælararnir trúgva veruliga uppá, at tað ber til, sigur Thomas Thinggaard, venjari og leggur afturat:

 

- Fyrr í ár, tá NM var í Íslandi, møttu vit ímóti Finnlandi, so teir kenna vit væl. Ísland og Russland havi eg sæð eitt sindur til á video, og tað eru tvey góð lið. Men vit trúgva avgjørt uppá okkara møguleika, sigur Thomas Thinggaard, U17-landsliðsvenjari, við heimasíðuna hjá FSF.

 

Hópurin hevur fyrireikað seg væl, og nú er greitt, hvørjir teir 18 verða, ið skulu umboða Føroyar. Har í millum eru seks spælarar, sum vóru til EM endaspælið fyri U17 landslið í apríl. Teir eru Símun Sólheim, Hanus Sørensen, Bjarti V. Mørk, Sveinur Lava Olsen, Peter B. Hansen og Elias El Moustage.

 

Hópurin:

Áki Hentze, Andrass Johansen og Pætur Eliasen, B36.

Bárður Ó. Jensen, B68.

Símun Sólheim, Brøndby IF (DEN).

Hanus Sørensen, FC Midtjylland (DEN).

Bjarti Vitalis Mørk, Leivur F. Guttesen, Regin í Geil Jacobsen og Sveinur Lava Olsen, HB.

Jóhann Hansson Joensen og Sámal Jákup Jóhannusarson, Hvidovre IF (DEN).

Óli Eyðsteinsson Poulsen og Olaf K. Hansen, KÍ.

Meinhard Debes Geyti, NSÍ.

Peter Bergmann Hansen, OB Odense (DEN).

Gulak Andrias Jacobsen, SønderjyskE (DEN).

Elias El Moustage, AaB Ålborg (DEN).

 

Skráin:

27. september Russland - Føroyar

30. september Ísland - Føroyar

3. oktober Føroyar - Finnland

 (Allir dystirnir verða klokkan 11:00, føroyska tíð)


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her