Leita á in.fo

U17 landsliðið eftir søguliga sigurin á Slovakia í dag

Tróndur Arge 20.03.2017 (14:33)

U17 sensatión: Føroyar til EM endaspælið!

Føroyska U17 landsliðið hjá dreingjum í fótbólti, hevur í dag vunnið til EM endaspælið. Føroyar vunnu avgerandi dystin móti Slovakia 2-1. Tað fyrstu ferð nakrantíð, at eitt føroyskt fótbóltslandsliðið hevur megnað, at vinna seg til eitt endaspæl. 

 

Føroyar komu á odda aftaná ein hálvan tíma, tá Tórur Jacobsen úr KÍ var fyrstur á bóltin, eftir at hann rakti tvørstongina. Í seinna hálvleiki økti Hanus Sørensen til 2-0. Hann er fyri kortum skiftur til FC Midtjylland frá HB.

 

Slovakia skifti nú út og legði nógv fyri. Tað endaði við, at Marián Pišoja minkaði um munin. Seinastu løtuna trýst Slovakia fyri at fáa málið, ið hevði sent teir avstað til Kroatia, heldur enn Føroyar. Í evstu løtu fekk Magnus H. Jacobsen sítt seinna gula kort, og bleiv útvístur.

 

Føroyska liðið megnaði at standa í móti og vinna 2-1. Úrslitið merkir, at Føroyar við fýra stig á øðrum plássi eru víðari til EM endaspælið í Kroatia í mai. Tað eru átta bólar, har allir vinnararnir koma víðari, meðan sjey av átta liðunum, ið endaðu á øðrum plássi komu víðari. Har eru Føroyar millum annað betri enn Portugal.

 

Beinleiðis: Føroyar - Slovakia 2-1 (Liðugt)

1-0 Tórur Jacobsen, 28

2-0 Hanus Sørensen, 45

2-1 Marián Pišoja, 54

Útvísing: Magnus H. Jacobsen (80+3)

 

Bólkur 8:

1. Írland 9 stig

2. Føroyar 4

3. Slovakia 3

4. Kýpros 1

 

Liðugt: Einki minni enn ótrúligt! Føroyska U17 landsliðið hevur vunnið seg víðari til EM-endaspælið í summar. Tað gjørdu teir við at vinna 2-1 á Slovakia í triðja og seinasta dystinum í Elite Round bólkaspælinum. Føroyska liðið kom undir trýst móti endanum, har Magnus H. Jacobsen millum annað bleiv útvístur.

 

EM endaspælið verður Kroatia frá 3. til 19. mai. Lutakastið til endaspælið verður 3. apríl.

 

Seinni hálvleikur: Dysturin er bríkslaður í gongd aftur. Spælt verður tvær feðrir 40. minuttir. Fimm minuttir inn í seinna hálvleik hevur Hanus Sørensen lagt Føroyar á odda 2-0. Tíggju minuttir seinni hevur Slovakia minkað um munin til 2-1.

 

Hálvleikur: Føroyar eru á odda 1-0 í hálvleikinum móti Slovakia. Málið skoraði Tórur Jacobsen, eftir at eitt innlegg endaði á tvørstongini. Tórur Jacobsen var fyrstur á bóltin og skoraði. Slovakia hevur bóltin meiri, men eru sjáldan vandamiklir, verður sagt av Kýpros. 

 

Í hinum dystinum í bólkinum er Írland á odda 1-0 móti vertunum av Kýpros. Í verandi løtu eru Føroyar á øðrum plássi, sum gevur atgongd til EM endaspælið í summar.

 

Upptakt:

Í dag klokkan 13.00 skal U17-landsliðið spæla triðja dystin í Úrvalskappingini á Kýpros. Vinnur føroyska liðið dystin, er ógvuliga nógv, ið bendir á, at okkara dreingir skulu til EM-endaspælið í summar. Tí verður hesin dysturin mettur sum størsti dysturin nakrantíð hjá U17.

 

Beinleiðis tekst frásøgn á UEFA.com - Trýst HER

 

- Hetta verður ein serligur dystur í nógvar mátar. Vinna vit, so eru stór sannlíkindi fyri, at vit skulu til EM-endaspælið í Kroatia í summar. Tapa vit ella spæla javnt, so er hetta seinasti dystur hjá mær og Pól sum venjarar hjá hesum liðnum. Orðini eigur Áki Johansen, sum saman við Pól F. Joensen hevur staðið á odda fyri føroyska U17-landsliðnum við dreingjum seinastu átta árini.

 

Í dag er triðja og seinasta umfar í Úrvalskappingini (Elite Round) á Kýpros á skránni. Føroyar møta Slovakia, og í hinum dystinum eru tað vertirnir av Kýpros, ið møta Írlandi. Undan dystinum eru írar fremstir við seks stig, Slovakia hevur trý stig, meðan Kýpros og Føroyar hava hvør sítt.

 

Nummar 1 í bólkinum fer beinleiðis víðari, og harumframt sleppa sjey teir bestu 2’ararnir eisini við til endaspælið. Tá allir bólkarnir í Úrvalskappingini eru spældir, og allir 2’ararnir eru funnir, verður hugt eftir teirra úrslitum ímóti nr. 1 og 3 í bólkinum. Tað landið, sum tá hevur fingið fægst stig, og vánaligast málmun, sleppur ikki til EM-endaspælið.

 

- Vit eru so ótrúliga nær við nú, men fyrst er ein stór uppgáva, ið skal loysast. Og sjálvandi trúgva vit uppá møguleikan, og fara eisini eftir møguleikanum. So fáa vit at síggja hvussu leikur fer. Fyri okkum er hetta størsti dystur nakrantíð, sigur Áki Johansen við heimasíðuna hjá FSF.

 

Seinnapartin sunnudagin hevði føroyska U17-liðið seinastu venjingina áðrenn dystin ímóti Slovakia. Venjingin var á Peyia Stadion í Paphos, og allir tikjast at vera væl fyri og spentir til stóru uppgávuna. Tó er greitt, at skaðin, ið Sølvi Sigvardsen fekk ímóti Kýpros er so mikið álvarsamur, at hann fær ikki verið við ímóti slovakum.

 

Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her