Leita á in.fo

Sjúrður Hildarson Hoydal 10.08.2018 (12:02)

U18: Føroyar taptu greitt fyri Luksemburg

Føroyar - Luksemburg 26-32 (12-18)

Fyrrapartin í dag leikti føroyska U18-landsliðið hjá monnum sín fyrsta dyst í EM-kappingini í Georgia.

 

Mótstøðuliðið var Luksemburg og fyrstu løtuna bendi alt á at tað fór at gerast ein javnur dystur. Liðini fylgdust, men tað vóru føroyingarnir, ið høvdu hug at vera á odda.

Hetta broyttist fullkomliga tá ið einir tíggju minuttir restaðu í av fyrra hálvleiki. Tá var støðan 11-11, men so gjørdu føroyingarnir fleiri mistøk, eins og teir vóru óhepnir í nógvum støðum. Alt hetta varð revsað á harðasta hátt, og Luksemburg kundi tí fara til hálvleiks á odda 18-12.

 

At liðini annars vóru jøvn varð prógvað í seinna hálvleiki. Liðini skiftust at skora og leiðslan upp á seks mál broyttist sjáldan. Endin var at Føroyar taptu greitt við úrslitinum 26-32, og hópurin iðrar seg um seinastu løtuna av fyrra hálvleiki, har ið alt gekk galið.

 

Føroyska liðið fær høvi at reisa seg aftur leygarmorgunin klokkan 09.00, tá ið leikt verður móti Estlandi.

 

Føroysku málskjúttarnir vóru hesir:

Elias á Skipagøtu 10, Hákun av Teigum 4, Julian Kragesteen 3, Pauli Mittún 3, Martin Danielsen 2, Ivan Mrdalo 1, Dánjal Ragnarsson 1, Sakaris A. Sakarisson 1

 

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her