Leita á in.fo

Sterk mótstøða bíðar U19-landsliðnum við dreingjum, tá innleiðandi EM-undankappingin verður í Danmark í november komandi ár - Mynd: www.fsf.fo

Tróndur Arge 06.12.2018 (13:34)

U19-dreingir: Møta heimselituni til EM

Frakland, Danmark og Finnland komu úr bollanum, og koyrd í sama bólk sum Føroyar, tá lutakast var um, hvussu spælast skal í innleiðandi EM-undankappingini, sum verður í november komandi ár

 

- Hetta eru tríggjar sera spennandi og sterkar fótbóltstjóðir, ið vit skulu møta. Frakland hevur eitt av bestu U19-landsliðum í Evropa, so tað verður uttan iva ein stór avbjóðing fyri okkara ungu spælarar, sigur Jógvan Martin Olsen, U19-landsliðsvenjari, við FSF.fo.

 

Føroyska U19-landsliðið við dreingjum sleppur av álvara at royna seg, tá innleiðandi EM-undankappingin verður á skránni komandi ár. Hósmorgunin varð lutakast um, hvussu bólkarnir skulu síggja út, og har háttaði tað seg soleiðis, at Føroyar komu í bólk 8, saman við Frakland, Danmark og Finnland.

 

Kappingin verður í Danmark frá 12. til 20. november 2019.

 

- Tjóðskaparkenslan plagar at vera sterk, tá vit møta Danmark, so tá vænti eg ein spennandi dyst. Møguleikin fyri stigum er kortini størst móti finnum, sigur Jógvan Martin Olsen.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her