U19: Taptu 2-0 fyri Bulgaria

U19 landsliðið hjá dreingjum í fótbólti tapti eisini annan dystin í EM undankappingini

Hóast fleiri nøvn ganga aftur frá U17 landsliðnum, sum vann seg til EM endaspælið í Kroatia fyrr í ár, so er eydnan ikki heilt við teimum hesaferð. Á middegi í dag spældi føroyska liðið móti Bulgaria, sum vann 2-0.

 

Les eisini: (Video) Taptu 6-0 fyri Onglandi

 

Føroyska liði megnaði at halda tætt í fyrra hálvleiki, men í seinna hálvleiki skoraði vertstjóðin tvær ferðir. Bulgaria hevur við tveimum sigrum vunnið seg víðari úr bólkinum saman við Onglandi, sum í dag vann 2-1 á Íslandi.

 

Føroyar taptu fyrsta dystin í bólkaspælinum móti Onglandi. Úrslitið var 6-0. Triði og seinasti dysturin í hesi undankappingini hjá Føroyum verður móti Íslandi, sum eins og Føroyar einki stig hava fingið enn.