U21 komnir til Algeria

Ferðalagið við føroyska U21 landsliðnum er komið vegin fram til Algeria í gjár. Ferðast varð í ein heilan dag og hevur nú ein dag at fyrireika seg til dystin móti Kili.

 

Teir 16 úttiknu U21 landsliðsspælararnir fóru í gjár allan vegin úr Føroyum til Algeria. Fyrst varð flogið til Kastrup og síðani víðari til Barcelona, áðrenn leiðin gekk til Algeria. Til samans vóru teir á ferð í fleiri enn 12 tímar, so tað kemur væl við, at liðið hevur ein dag at fyrireika seg í, áðrenn dystin móti Kili týsdagin.

 

Spælararnir hava seinastu tíðina vant nógv seinastu tíðina og spnningurin hevur eisini verið stórur undan fráferðini. -Eg havi bara sovið nakrar heilt fáar tímar í nátt. Onkrir av hinum hava slett ikki sovið, segði Áki Egilsnes í gjár.

 

Hugsa bara um Kili

Sonni Larsen, U21 landsliðsvenjari, sigur at føroyska liðið í løtuni bara hugsar um dystin móti Kili.

 

-Tað nyttar einki at hugsa fleiri dystir fram. Nú hyggja vit bara fram til dystin móti Kili og leggja okkara orku í tann dystin, sigur Sonni Larsen.

 

Sami boðskapur kemur frá Jónasi G, Djurhuus, sum eftur summarsteðgin skal spæla í næst bestu deildini í Danmark. -Vit hugsa bara um dystin móti Kili. Vit taka restina aftaná, sigur Jónas G. Djurhuus.

 

Fyrsti dysturin í HM endaspælinum verður týsdagin klokkan 14 móti Kili. Rás2 sigur frá dystinum.