Leita á in.fo

Tróndur Arge 09.01.2017 (14:21)

U21 landsliðið í útlendskum miðlum

Tað hevur vakt ans, at dreingirnir á U21 landsliðnum í hondbólti hava skrivað søgu, og vunnið seg víðari til HM endaspælið, sum verður í juli í Algeria.

 

Les eisini: U21 landsliðið skrivaði søgu

 

Bæði íslendskir og danskir miðlar skriva í dag um avrikið. Morgunblaðið og Vísir í íslandi hava grein um bragdið hjá føroyskum dreingjunum. Vísir kallar tU21 landsliðsspælararnar fyri nýggju tjóðarhetjurnar í Føroyum.

 

Á ítróttarsíðuni hjá danska TV2 er eisini grein um avrikið, umframt á hondbóltsheimasíðuni, hbold.dk, er grein og vísir til sjónbandabrot frá dystinum móti Finnlandi. Her verður eisini víst til fleiri av spælarunum, sum spæla í donskum hondbólti.

 

Eisini heimasíðan hjá evropesiska hondbóltssambandinum hevur grein um bragdið. Tó stendur illa til við at endurgeva nøvnini, tí Helgi Hildarsson Hoydal er blivin Hilmar Hoydal Hilmarsson.

 

U21 landsliðið hevur í dag verið í Tinganesi og heilsa upp á løgmann. Myndir og frásøgn koma seinni.