U21-landsliðsspælari til HB

Betri deildin menn: HB hevur tryggjað sær U21-landsliðspælaran Rasmus Nilsson

Mynd: (hb.fo)

Ungi málverjin Rasmus Nilsson legst afturat hópinum hjá HB. Hann er uppvaksin í Danmark, har hann hevur spælt við Hvidovre og seinast Frem, boðar HB frá.

 

- Rasmus hevur føroysk ættarbond, og hevur verið partur av føroysku U19- og 21-landsliðunum. Hann hevur ongantíð áður spælt í føroyskum fótbólti, men nú er hann til reiðar at taka kappingina upp við landsliðsmálverjan, Teit Gestsson, skrivar HB.

 

At tveir landsliðsmálmenn fara at kappast um plássið, er, sambært Rasmusi Nilsson, bara gott.

 

– Eg kann læra eina rúgvu frá Teiti. Hann er ein royndur málmaður, sum hevur spælt eina rúgvu av stórum dystum. Hann kann geva mær góð ráð, so eg kann menna meg sum málmann. Saman skulu vit skapa eitt gott venjingarumhvørvi. So fáa vit at síggja, hvør stendur í málinum, tá kappingin byrjar. Men eg eri til reiðar at taka kappingina upp. Og eg vil geva alt fyri at vísa meg fram, sigur hann í samrøðu við heimasíðuna hjá HB.

 

Rasmus Nilsson verður lýstur sum ágrýtin málmaður, við góðum reaktiónsevnum. Hann er harðmæltur tá hann stýrur verjuni. Eisini er hann dugnaligur við bóltinum, og dámar væl at luttaka í uppbyggjandi spælinum. So hann hevur alt tað, sum mann vil hava frá einum nýmótans málmanni, verður sagt úr HB.

 

Sáttmálin við Rasmus Nilsson er galdandi í eitt ár, men kann leingjast fram til 2025.

 

Mynd: (hb.fo)