Leita á in.fo

Neli Heldarskarð 08.01.2017 (18:48)

U21 skrivaði søgu

Føroyska U21-landsliðið hevur júst framt tað megnar bragd at spæla seg víðari til HM-endaspælið í Algeria. Hetta gjørdist greitt fyri lítlari løtu síðani, tá ið føroysku garparnir vunnu 29-28 ímóti Finnlandi í jøvnum dysti.

 

Stóran part av fyrra hálvleiki var so at siga ongin munur á liðunum. Eftir 20 minuttir byrjaðu føroyingarnir tó at draga undan og løgdu seg á odda 13-10. Seinastu løtuna kom enn meira glið á hjá føroyingunum, sum fóru til hálvleiks á odda 16-12. Miðskeiðis í seinna hálvleiki varð blaðungi Hørður Trygvason skiftur inn í málið, og hann stórbjargaði fleiri ferðir.

 

Fyrstu løtuna í seinna hálvleiki varðveittu føroyingar sama munin, men so kom stígur í. Miðskeiðis í seinna hálvleiki bleiv munurin tódnaður niður í eitt mál, men leiðsluna mistu føroyingar ongantíð. Seinastu 10 minuttirnir komu Føroyar á odda bæði 25-22 og 27-24, og so hevði tað minni at siga, at endaliga úrslitið gjørdist so tepurt sum 29-28 til Føroyar. Frammanundan høvdu føroyingarnir ráð at tapa við hægst tveimum málum, og harvið var HM-plássið ongantíð heilt í vanda.

 

Úrslitið merkir, at nú skal føroyska U21-landsliðið sum fyrsta føroyska hondbóltslandsliðið nakrantíð skal spæla HM-endaspæl, ið verður í Algeria í juli.

 

Endaliga stigatalvan í HM-undankappingarbólki 7 hjá Føroyum gjørdist hendan:

 

1. Føroyar 6 stig

2. Sveis 4 stig

3. Finnland 2 stig

4. Ísrael 0 stig

 

Føroysku málskjúttarnir síggjast niðanfyri.

 

Føroyar-Finnland 29-28 (16-12)

 

Føroyar: Helgi Hildarson Hoydal 8, Kjartan Johansen 4, Sjúrður Olsen 3, Áki Egilsnes 3, Rói Berg Hansen 3, Fríði Weyhe 3, Jónas Gunnarsson Djurhuus 3, Hilmar Leon Jakobsen 1, Teis Horn Rasmussen 1.

 

Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her