UEFA kannar Sergio Ramos

Champions League: Kann fáa longt leikbann fyri taktiskt gult kort

Sergio Ramos er undir illgruna fyri at hava fingið sær leikbann við vilja, tá Real Madrid mikukvøldið vann 2-1 á útivølli móti Ajax í fyrru 1/8-finaluni. UEFA váttar nú, at málið verður tikið upp. Revsingin kann verða leikbann í ein dyst afturat.

 

Les eisini: Real vann í Amsterdam

 

Real Madrid skoraði sigursmálið móti dystarenda, sum ger at spanska høvðusstaðarliðið hevur góð kort á hondini undan returdystinum. Síðani ger Sergio Ramos gjørdi eitt óneyðugt og ógvusligt fríspark, sum gevur gult kort. Hetta ger, at hann skal sita yvir í returdystinum, men síðani ikki skal hugsa um leibann í eini møguligari fjórðingsfinalu.

 

Fleiri halda, at Sergio Ramos gjørdi tað við vilja, nú Real Madrid er stórfavorittur at koma víðari. Spanski miðverjin hevði eisini eitt skálkabros , tá hann greiddi frá støðuni eftir dystin. Um UEFA staðfestur, at hann fekk sær eitt sokallað taktiskt gult kort, so kann hann fáa leikbann í tveir dystir.